Neyðug frystiorka í næstu vertíð

- Annaðhvørt eiga allir ella eingin at fylgja avtalum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, heldur Felagið Nótaskip

Í síni framløgu á Hotel Hafnia mánadagin gjørdi stjórin í Nótaskipum eitt sindur burtur úr ymisku - ella misjøvnu – umstøðunum, ið vóru galdandi umborð á føroyskum og útlendskum skipum, sum høvdu makrelvirksemi í føroyskum sjógvi í fjør.
Jógvan Jespersen helt í fyrsta lagi, at tað fer at bera til at útvega neyðuga frystiorku í Føroyum til makrelvertíðina í summar og í heyst.
Hann vísti eisini á, at somu treytir mugu galda fyri allar skipabólkar.
- Annaðhvørt eiga allir - ella eingin - rætt til at fiska og at taka ímóti makreli við útlendskum skipum við bíligari útlendskari manning.
Jógvan Jespersen legði eisini aftrat, at annaðhvørt eiga allir - ella eingin – at fylgja avtalum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Stjórin í Nótaskipum nevndi eisini okkurt dømi um hesar mismunir, sum vóru galdandi í vertíðini í fjør.
- Hesir mismunir mugu ikki endurtaka seg í vertíðini í ár, segði Jógvan Jespersen.