Neyðtikin kvinna fekk bót

Eitt rættiliga óvanligt mál er í hesum døgum í Dubai Misdemeanours-rættinum í Sameindu Arabisku Emiratunum, har tríggir iranskir menn eru ákærdir fyri at hava neyðtikið eina 28 ára gamla bretska kvinnu í summar.

Bretska blaðið Daily Mail skrivar, at fyribils er bara ein persónur revsaður í sambandi við hendingina, og tað er tann bretska kvinnan, sum hevur fingið 1.500 krónur í bót, tí hon var drukkin, tá hon bleiv neyðtikin. Rætturin vísti á, at sambært lógini eru tað bara fólk, sum hava rúsdrekkaloyvi, sum kunnu drekka, og eitt tílíkt loyvi hevði kvinnan ikki.

Tann bretska kvinnan bleiv neyðtikin í einari íbúð í býnum Naif tann 6. huli, og hon hevur greitt frá, at teir tríggir menninir skiftust um at neyðtaka hana.

-Eg bønaði og bað teir lova mær út, men teir vildu ikki. Teir flentu bara at mær, segði kvinnan í rættinum. Tá menninir loksins fóru, slapp hon til rýmingar og varskógvaði løgregluna. Tveir av teimum trimum monnunum eru tiknir, men tann triði gongur framvegis leysur.

Verjin hjá teimum trimum monnunum vil vera við, at tann bretska kvinnan hevur funnið upp á søguna, tí hon hevur sæð "ov nógvar actionfilmar".

Rættarmálið heldur fram í næstu viku.