Neyðtøkur: Kendasta evnið er flótandi extasy

- Kendasta evnið, sum verður nýtt til at rúsa og neyðtaka fólk er rohypnol, eisini nevnt flótandi extasy, sigur løgreglan.

Mánadagin skrivaði Sosialurin um, at løgreglan hevur fingið fýra fráboðanir frá kvinnum, sum halda tær eru rúsaðar og neyðtiknar í býnum. Enn kann løgreglan ikki prógva hetta, men Hildur Hentze, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni sigur tó, at tað er undrunarvert, at løgreglan fær so nógvar fráboðanir um hetta síðani mars í ár, og at kalla ongar fráboðanir hevur fingið áðrenn.

 

 

Hildur Hentze greiðir frá, at kendasta evnið, sum verður nýtt í slíkum førum er rohypnol, eisini nevnt flótandi extasy. Hon sigur, at hon kennir ikki til, at hetta evnið verður nýtt til annað enn tað at doyva fólk.

 

- Hetta verður rópt flótandi extasy, men tá fólk vilja rúsa seg, taka tey antin extasy í pulvurformi ella í tablettformi. Tær líkjast ofta smáum bommum, sigur hon.

 

 

Les eisini: Neyðtøka: Mugu venda sær til løgregluna 

 

 

Vandin við rohypnol er júst, at tað er so torført at varnast, um nakar oysir okkurt í drykkin hjá tær.

 

- Føroyingar eru góðtrúnir og hava stórt álit á fólki, so tey fæstu fáa seg at takka nei, um onkur bjóðar tær at drekka. Sannleikin er tó, at tað ikki er til at vita, um onkur hevur koyrt okkurt annað í glasið, greiðir hon frá.

 

 

- Hetta vísir seg at henda úti í býnum, í morgunballum og ofta millum fólk. Sum sagt, vit føroyingar taka ofta ímóti, um onkru bjóðar okkum okkurt. Vandin er, at tað skal ikki altíð so nógv til, fyri at rúsevnini skulu virka. Tí kann ein slurkur eisini vera nokk, sigur Hildur Hentze.