Neyðrakettin, tøgnin og aðalstjórin

Tíverri stendur tað als ikki til mín at geva nøkrum nakra neyðrakett. Og mín útsøgn beint fyri nýggjár um Helga Abrahamsen skal skiljast í einum størri samanhangi, sum ikki kom nóg væl fram. Tí skal eg útgreina mítt sjónarmið, sum grundleggjandi snýr seg um sensur og sjálvsensur.

Heini í Skorini
----

“Helgi Abrahamsen er ársins neyðrakett”. Hetta var yvirskriftin á Portalinum og í Sosialinum beint fyri nýggjár, sum stavar frá eini samrøðu við undirritaða. Greinin snúði seg um størri og týdningarmiklari evni enn ein einstakan løgtingsmann, og samanhangurin var ógreiður. Tí hesar reglur.

Tøgnin
Ein høvuðsstrupulleiki í føroyska samfelagnum er eftir mínum tykki, at so fá fakfólk luttaka í almenna kjakinum. Fremsta orsøkin er allarhelst, at nógv teirra hava størv, sum hava við sær óformligar bindingar og avmarkingar. Avmarkingar, sum koma uttanífrá, men sum fólk eisini seta sær sjálvum.

Embætisfólk við stórum innliti í samfelagsins maskinarí bera seg undan, tí tey óttast avleiðingarnar og skulu vera loyal og neutral yvir fyri núverandi og komandi landsstýrisfólkum. Tað er eisini niðurstøðan í eini høvuðsritgerð, sum stjórnmálafrøðingurin Elin Mortensen hevur skrivað um føroyska embætisverkið. Universitetsútbúnir undirvísarar bera seg undan, tí teir hava eitt trúvirði at verja yvir fyri sínum næmingum. Journalistar bera seg undan, tí teir hava eitt trúvirði at verja yvir fyri sínum hyggjarum, lurtarum og lesarum. Og so eru tað jú nógv, sum bara ikki hava hug til at tveita seg út á vígvøllin. Fólk vilja ikki setast í bás, tí tá gerast tey sárbær.

Eg skilji væl, at mong taka slík atlit, og í summum førum er tað allarhelst klókt. Men eg havi ein størri ótta. Og tað er óttin fyri tøgnini. Passivitetinum. Óttanum. Huganum til at siga “gott er” og “lat fara”, hóast ein hevur eitt sjónarmið ella eina vitan, sum átti at komið fram.

Eg ivist ikki í, at vit hava dugnalig embætisfólk, sum í tí privata siga tingini á røttum staði. Og sjálvandi loysir tað seg ikki altíð at fara í miðlarnar. Men um almenningurin skal vera ílatin til at taka eina politiska støðu fjórða hvørt ár, má viðgerðin eisini fara fram í almenna rúminum.

Tað er ein slitin kliché, at eitt og hvørt fólkaræði hevur brúk fyri áhaldandi kritikki, nýggjum innspørkum og øðrvísi vinklum. Og í einum landi við 48.000 íbúgvum hava fólk við innliti og vitan eina nógv størri ábyrgd enn í londum við milliónum av íbúgvum og óteljandi analytikarum, viðmerkjarum og granskarum, sum standa í kø fyri at sleppa framat.

Í Danmark rópa tey hetta fyri “aktivt medborgerskab”. Men í Føroyum tykist hugtakið “aktivur medborgaraskapur” ikki at finnast í kollektiva hugarenslinum.

Sangfuglurin
Hetta kemst ikki minst av, at politikarar og aðrir maktfaktorar javnan skjóta eftir fólki, sum taka blaðið frá munninum. Og tað syrgiliga er, at tað sjáldan snýr seg um innihaldið, men um boðberan. “Shoot the messenger” er framvegis ein effektivur taktikkur.

Okkurt dømi kann nevnast. Tá stjórin á Hagstovuni, Hermann Oskarsson, fyri nøkrum árum síðani helt eina framløgu á Christiansborg um búskaparviðurskifti í Føroyum, fór ein herferð í gongd her heima. Hon snúði seg lítið um innihaldið, men meiri um Hermann sjálvan. Jørn Astrup luttók á somu ráðstevnu og viðmerkti málið í Degi og Viku. “Man skyder ikke en sangfugl”, var turra viðmerkingin hjá bankastjóranum.

Tá Pál Weihe og landslæknin komu við sínum vísindaliga tilmæli um ikki at eta grind, var løgtingið aftur á gosi. Fáir løgtingslimir viðgjørdu fakliga innihaldið, tí persónurin Pál (og gomul føroysk mentan) var nógv áhugaverdari.

Tá Ole Wich lanseraði tað famøsa Homofobia-flaggið í sambandi við orrustuna um at víðka § 266b, heitti Bill Justinussen á fútan um at reisa ákæru ímóti harra Wich. Bill segði seg hava fulla virðing fyri framsøgufrælsinum, men eftir øllum at døma var markið hjá Bill eitt listaverk (ella populistiskt fjølmiðlastunt), sum ikki fall í smakkin hjá tinglimi Miðfloksins.

Og tá eg sjálvur skrivaði eitt kritiskt lesarabræv um stevið í ABC-samgonguni fyri hálvum øðrum ári síðani, kærdi Norðoya Sambandsfelag meg til leiðsluna í Kringvarpi Føroya – í staðin fyri at koma við einum aftursvari, sum snúði seg um innihaldið í tí, eg skrivaði.

Aðalstjórin
Mótspæl er gott. Og tey, sum luttaka, mugu tola aftursvar og verbalar fleingjur. Soleiðis røra vit øll í grýtuni uttan mun til politiskan, átrúnaðarligan ella annan lit.

Men lágpunktið fyri hesi kjakmentan kom undan jólum, tá Helgi Abrahamsen legði eftir aðalstjóranum í Almannamálaráðnum, tí hann hevði verið til staðar undir einum mótmælistiltaki í Vágsbotni í sambandi við, at nýggja samgongan vil hækka blokkin. Helgi skrivaði enntá, at almennu sparingarnar kunnu byrja í ráðnum hjá aðalstjóranum.

Eg taki undir við Helga Abrahamsen í, at tað finnast størv, sum hava nakrar logiskar og natúrligar avmarkingar. Og tað hevði kanska verið øðrvísi, um aðalstjórin helt røðu ella var við til at samskipa tiltakið.

Men harragud, maðurin lýddi á eitt alment tiltak á alljósum degi í miðbýnum í høvuðsstaðnum, eins og vit onnur fara til alskyns tiltøk at forvitnast, sum vit ikki neyðturviliga taka undir við. Hvat aðalstjórin í veruleikanum heldur, er fullkomiliga undirornað. Hann hevur ongantíð úttalað seg, men Dimmalætting fotograferaði mannin, og Helgi tevjaði blóð.

Er tað bara eg, sum fari at hugsa um onnur samfeløg og onnur tíðarskeið í søguni, sum vit helst ikki vilja samanberast við?

Aftaná tiltakið átalaði Búskapar- og løgfrøðingafelagið framferðarháttin hjá Helga Abrahamsen við teirri grundgeving, at grundlógartryggjaða forsamlingsfrælsið eisini umfatar embætisfólk. Deiligt at hoyra hetta felagið, sum annars ongar viðmerkingar hevði til málið um Jógvan Thomsen. Eru fólkini, sum manna BLF, nú eisini illoyal embætisfólk? Skulu tey eisini sanktionerast?

Og áðurnevndi stjórnmálafrøðingurin, Elin Mortensen, átalaði eisini Helga Abrahamsen í útvarpinum.

Neyðrakettin
Eg vil ikki siga, at Helgi er farin út um nakað mark, tí eg brýggi meg ikki um, at mørk yvirhøvur verða sett fyri tí frælsa orðinum. Men eg eri hamrandi ósamdur og skjóti upp, at Helgi ger ein lista av almennum tiltøkum, sum embætisfólk (og onnur alment sett?) ikki hava loyvi til at vitja. So vita vit, hvat vit hava at fyrihalda okkum til.

Tað var í ljósinum av hesum hugsanum, at eg í samrøðu við Sosialin segði, at Helgi Abrahamsen hevði uppiborið heiðurin sum ársins neyðrakett – allarhelst saman við óteljandi nógvum øðrum útsagnum í árinum, sum fór.

Men Helgi skal vera vælkomin til at senda neyðrakettina aftur til mín. Eg búgvi beint við løgtingið.