Neyðlendi á havinum

Eingin av oljuarbeiðarunum ella manningini fingu nakran skaða, tá ein tyrla mátti neyðlenda á havinum millum Hetland og Orknoyggjar fyrr í kvøld.

Bjargingarbátar úr Lerwick, Kirkwall og Aith komu skjótt á staðið og tóku tey 19 fólkini umborð. Tríggjar tyrlur vórðu eisini sendar á staðið.

Sambært blaðnum Herald Scotland eru fleiri skip á leiðini og royna at bjarga neyðlendu tyrluni, sum var ávegis úr Aberdeen til boripallin West Phoenix, sum arbeiðir fyri Total 140 kilometrar vestan fyri Hetland.

- Veðrið var gott í økinum, tá tyrlan neyðlendi. Tyrlan hevur verið brúkt av Canadian Holding Company, CHC og er av slagnum Eurocopter AS332, eisini kent sum Puma. CHC hevur 36 av slagnum, sum arbeiða kring heimin, skrivar oljan.fo, sum endurgevur blaðið, Herald Scotland.