Níggju skip og bátar, sum eru fermd við neyðhjálp til Gaza-geiran, ætla sær at royna at sleppa til lands við neyðhjálpini, hóast ísraelski herflotin hevur avbyrgt økið. -Gongst sum ætlað koma skipini inn ímóti landi mikukvøldið, sigur ein talsmaður fyri hjálparfelagsskapin IHHL. Hann sigur, at borgararættindafelagsskapir í 50 londum styðja avgerðina at fara ígjøgnum ta ísraelsku byrgingina.
Leygardagin fóru trý skip úr Istanbul til turkiska býin Antalya, haðani tey halda leiðina fram til Kýpros í morgin. Haðani fara tey saman við seks øðrum skipum úr Bretlandi, Írlandi og Grikkalandi til Gaza-geiran.
Sagt verður, at skipini eru fermd við millum annað heilivági, sjúkrahúsútgerð og byggitilfari. 750 friðarfólk eru eisini við skipunum.