Newcastle-venjarin vil hava Kerr

Tað skrivar Daily Mail í dag.

 

Colin Colderwood hevur verið hjálparvenjari hjá Newcastle seinastu mánaðirnar. Hann er nú farin í venjarastarv í skotska Hibernian, og tí manglar Hughton ein hjálparvenjara.

 

Landskappingin í Føroyum er liðug, og Kerr hevur stundir at hjálpa til í Newcastle, umframt at vera landsliðsvenjari, heldur Hughton.

 

Steve Clark, sum fyrr hevur verið knýttur at venjaratoyminum hjá Chelsea og West Ham, var fremst í huganum hjá Hughton, men Clarke leitar í løtuni eftir starvi sum høvuðsvenjari, og hann ynskir ikki at vera hjálparvenjari.

 

Leiðslan hjá Newcastle vil hava Peter Beardsley, sum frammanundan er í starvi í felagnum, at vera hjálparvenjari.

 

Chris Hughton hevur fyrr verið hjálparvenjari hjá Brian Kerr. Teir stóðu á odda fyri írska landsliðnum í tíðarskeiðnum 2003 til 2005.