Newcastle hevur kós uppaftur

Newcastle hevur seinnapartin vunnið seg upp á fyrsta plássið í næstbestu ensku deildini. Vitjanin í Cardiff seinnarpartin varð sera væleydnað, tí gestirnir vunnu við 1-0. Fabricio Coloccini stóð fyri einasta málinum hjá Newcastle. Newcastle hevur 16 stig eftir seks dystir. Tað eru tvey og trý stig fleiri enn nærmastu kappingarneytarnir, West Bromwich og Middlesbrough.