Newcastle hevur kós móti Premier League

Vitjanin í Cardiff seinnarpartin varð sera væleydnað, tí gestirnir vunnu við 1-0. Fabricio Coloccini stóð fyri einasta málinum hjá Newcastle.

Newcastle hevur 16 stig eftir seks dystir. Tað eru tvey og trý stig fleiri enn nærmastu kappingarneytarnir, West Bromwich og Middlesbrough.