New York hækkar aldursmarkið fyri royking til 21 ár

Tey ungu skulu halda uppat at roykja, heldur býráðið í New York

Tey ungu í New York skulu leggja av at roykja, at tí hevur býráðið nú gjørt av at hækka aldursmarkið fyri keyp av tubbaksvørum upp í 21 ár.

Politikken skrivar, at tað væntast, at Bill de Blasio borgarstjóri, fer at skrivað undir lógaruppskotið, sum so tekur við eitt hálvt ár seinni.

Í New York rokna tey við, at nýggja aldursmarkið fer at hava við sær, at talið á roykjarum millum 14 og 17 ár minkar við tveimum triðingum, og talið á roykjarum millum 18 og 20 ár fer niður í eina helvt.

Frammanundan er longu bannað at festa sær í á matstovum og skeinkistøðum. Eiheldur sleppur tú at roykja, um tú ert í einum av mongu parkunum í New York.

Undanfarni borgarstjórin, Michael Bloomberg, legði stóran dent á fólkaheilsu í New York, og royndi millum annað at seta í verk evstamark á støddini av sodavatnum, ið loyvi var at skeinkja. Bill de Blasio hevur tikið undir við fólkaheilsuátøkunum hjá undanfarna borgarstjóranum, og seinasta átakið í gongdini til betri fólkaheilsu hevur so verið, at hækka loyvda aldurin til keyp av tubbaksvørum.