New Hampshire telur atkvøðurnar umaftur

Eitt demokratiskt og eitt republikanskr valevni rinda 2000 dollarar hvør, fyri at fáa atkvøðurnar taldar umaftur eftir primervalið í New Hampshire týsdagin Myndugleikarnir í New Hampshire fara mikudagin í næstu viku at telja allar atkvøðurnar frá primervalinum týsdagin umaftur.

Tað er demokraturin Denis Kucinich, sum fekk minni enn tvey prosent av atkvøðunum, og republikanarin, Albert Howard, sum fekk áleið 40 atkvøður á valinum, sum hvør rinda 2000 dollarar fri umteljingina.

Kucinich grundar sambært Boston Globe hetta ynski við, at hann væntar eina munandi broyting í talinum av veljarum, ið hava atkvøtt fyri honum. Orsøkin er, at hann vil verða »100% vísur í, at 100% av veljarunum hava fingið sínar atkvøður taldar«.

Kucinich vísir til online-frágreiðingar sum vilja verða við, at tað var óreglusemi við hondtaldu atkvøðunum, sum Barack Obama yvirhøvur fekk. Hinvegin fekk Hillary Clinton yvirhøvur tær maskintaldu atkvøðurnar, skrivar Politiken.