Landsstýrismaðurin í javnstøðumálum, Hans Pauli Strøm, hevur valt nevndina, sum hevur til endamáls at slóða fyri einum javnari kynsbýti har, politiskar avgerðir verða tiknar.
Arbeiðið hjá nevndini fer at fevna um tiltøk, sum skulu gera fólk varug við týdningin av einum javnari kynsbýti, har politiskar avgerðir verða tiknar. Tiltøkini kunnu vera upplýsing, lýsingarátøk, undirvísing og útgávur av ymsum kunnandi tilfari.
Hans Pauli Strøm vónar, at arbeiðið hjá nevndini fer at hava við sær, at talið av kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrum økist, og at umboðanin fer at samsvara við umboðanina í hinum Norðurlondunum.
Um ársskiftið 2007/2008 skal nevndin handa landsstýrismanninum eina frágreiðing um virksemið og tilmæli um, hvussu framhaldandi eigur at verða arbeitt fyri at fremja javnstøðu, har politiskar avgerðir verða tiknar.
Lisbeth L. Petersen er vald sum forkvinna í nevndini.
Tey, ið mannað nevndina eru:
Lisbeth L. Petersen, forkvinna,
John Johannessen
Inga Dahl
Annleyg Lamhauge
Sólfríð Fjallsbak
Hjørdis Háberg Petersen
Kári á Rógvi
Bergtóra Hanusardóttir
Eyðun Christiansen
Steinbjørn Jacobsen










