Nevndarformaðurin: Vit hava ábyrgdina

Odd Bjellvåg staðfestir, at tað er leiðslan í Eik, og eingin annar, sum hevur ábyrgdina av, at bankin fer nú undir Finansiel Stabilitet.

Odd Bjellvåg, nevndarformaður í Eik, boðaði frá á tíðindafundinum í kvøld frá, at Kaupthing lovaði eina tilsøgn á 600 milliónir krónur seinnapartin.

Saman við tilsøgnini hjá TF Holdina á 400 milliónir krónur, so var Eik komin upp á eina milliard krónur.

Men tað var ikki nóg mikið.

- Tað gav okkum eina vón. Men eg skal staðfesta, at tað er ikki Fíggjareftirlitið, fíggjarkreppan ella landsstýrið, sum hevur ábyrgdina av fíggjarskrædlinum. Vit hava tikið avgerðirnar, segði Odd Bjellvåg.