Nevnd at endurskoða tingskipanina

Formanskapurin heldur, at tørvur er á ávísum broytingum, og hava tingmenn eisini gjørt vart við hetta. Formanskapurin hevur haraftrat fingið skrivliga áheitan frá tingmonnum um at skipa fyri ávísum broytingum, sigur Finnbogi Ísakson í viðmerkingunum til uppskotið um at seta nevnd at endurskoða tingskipanina

Ólavur í Beiti


Uppskotið hjá tingformanninumn Finnboga Ísaksyni var, at løgtingið samtykkir at seta eina nevnd, sbr. tingskipanini § 25, við einum løgtingsmanni úr hvørjum flokki saman við formansskapinum at umhugsa og møguliga gera uppskot um at broyta Tingskipan Føroya Løgtings. Og hósdagin samtykti so tingið hetta uppskot við 22 atkvøðum fyri.

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Finnbogi Ísakson, at tá nýggja stýrisskipanin var samtykt, varð nýggj tingskipan gjørd fyri løgtingið. Uppskotið varð gjørt av einari nevnd, sum var sett saman av táverandi løgtingsformanni og fyrrverandi løgtingsformonnum. Sjúrður Rasmusen advokatur var skrivari hjá nevndini.

? Tingið samtykti nýggju tingskipanina 31. mai 1995, men samtykti samstundis, at nevndin skuldi verða sitandi sum millumtinganevnd at arbeiða víðari við uppskotinum.Tingskipanin kom í gildi samstundis sum stýrisskipanarlógin, og førdi hetta eisini við sær, at millumtinganevndin fall burtur.


3 ár

? Vald varð nýggj nevnd við einum umboð úr hvørjum flokki at viðgera og koma við møguligum broytingum til tingskipanina. Nevndin gjørdi uppskot um ávísar broytingar. Hesar vórðu samtyktar 15. mai 1996 og komu í gildi á ólavssøku í 1996.

? Tingið hevur sostatt nú í skjótt 3 ár arbeitt eftir hesi tingskipan, og virkar hon sum heild væl. Formansskapurin heldur, at tørvur er á ávísum broytingum, og hava tingmenn eisini gjørt vart við hetta. Formansskapurin hevur haraftrat fingið skrivliga áheitan frá tingmonnum um at skipa fyri ávísum broytingum.

? Formaðurin fer tí at mæla tinginum til at seta nevnd við einum umboði úr hvørjum flokki, sum saman við fomansskapinum skal umhugsa og møguliga gera uppskot um, at broytingar í tingskipanini, sigur tingformaðurin. Og hetta verður so gjørt nú.