Nevið Reyða róði í flokki fyri seg

8-mannafør: Argjabáturin endaði eisini aftanfyri Knørr

Góði seinnaparturin á Skálafjørðinum í dag var ógvuliga góður fyri klaksvíkingar, meðan hann var alt annað enn góður fyri argjamenn.

Á norðoyastevnu vann Nevið Reyða í stórari kapping við Argjabátinum.

Í dag var Nevið Reyða framúr, meðan tað var so mikið soltið hjá Argjabátinum, at hann endaði á triðja plássi. Knørrur hjá Róðrarfelagnum Knørri vann kappingina um næstfremsta plássið við Argjabátin.

Í fyrstu tøkunum í startinum bendi einki á, at eingin kapping skuldi verða um sigurin. Men tá ið Nevið Reyða hevði stungið skutin framum, var tað so skjótt, at hann var eina hálva bátslongd fremstur, og so eina bátslongd, og tá ið Nevið Reyða fór um málið, var tað væl meiri enn ein bátslongd aftur til Knørr, og væl meiri enn tvær bátslongdir aftur til Argjabátin.

 

1 Nevið Reyða    04:46:10

2 Knørrur             04:50:49

3 Argjabáturin    04:53:16

4 Heiðabáturin