Netflix ger film um Utøya

Tað er 62 ára gamli Paul Greengrass úr Onglandi, sum skal leikstjórna filmin

Amerikanska stroymitænastan Netflix hevur boðað frá, at Netflix fer at framleiða ein film um hendingarnar á norsku oynni Utøya, tá 77 fólk vórðu dripin - harav flest ungdómur - tá norski yvirgangsmaðurin Anders Behring Breivik brast eina bumbu og síðani skeyt frá frá sær á oynni 22. juli 2011. Hetta skrivar Deadline. 

 

<iframe frameborder="0" height="1" width="1" scrolling="no" vspace="0" hspace="0" marginheight="0" marginwidth="0" allowtransparency="true"></iframe>

Tað er 62 ára gamli Paul Greengrass úr Onglandi, sum skal leikstjórna filmin. Hann er kendur frá Captain Philips og Jason Bourne filmunum, og varð nomineraður ein Oscar fyri filmin United 93, sum var um yvirgangsatsøknina í New York 11. september í 2001. 

 

 

Enn er óvist, nær filmurin verður frumframsýndur.