Ísrael hevur givið fíggindum sínum "knúsandi sløg", segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, í kvøld.
- Vit standa saman ímóti einhvørjari hóttan. Øll, sum skaða Ísrael, fara at gjalda ein høgan prís, sigur hann í sjónvarpsrøðu.
Seinasta samdøgrið hevur herurin í Ísrael framt eitt deyðiligt álop á ein framstandandi yvirmann hjá Hizbollah í Libanon.
Tað verður eisini hildið at vera eitt ísraelskt neyvleikaálop, sum hevur dripið fremsta politiska leiðaran í palestinsku Hamas-rørsluni, Ismail Haniyeh.
Kamarið, har hann svav í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, varð rakt av eini rakett um tvey tíðina lokala tíð mikukvøldið.
Í stuttu røðuni í kvøld nevndi Netanyahu ikki deyðiliga álopið á leiðaran í Hamas. Enn hevur eingin alment tikið ábyrgdina av álopinum.
Hamas hevur váttað, at Haniyeh er dripin.
Í kvøld váttaði Hizbollah í Libanon eisini, at tann, sum hevur ábyrgdina av virkseminum hjá bólkinum í Suðurlibanon, Fuad Shukr, er dripin.
Frammanundan høvdu fleiri keldur sagt, at líkið av honum varð funnið í leivdunum av einum bygningi í einum forstaði í høvuðsstaðnum í Libanon, Beirut, sum varð raktur í einum ísraelskum álopi týskvøldið.
Í kvøld hittist Trygdarráðið hjá ST til bráðfeingis fund. Tað hava millum annað Iran, Kina og Russland kallað.
/ritzau/











