Evnið fyri ársmøtið í ár var ”Við Meistarans føtur”. Fólk høvdu møguleika at gista, og fleiri tiltøk vóru mitt um dagin.
Leygardagin var tosað um staðbundnu arbeiðini, har ið trý fólk høvdu eitt innlegg. Síðani høvdu fólk møguleikar at gera viðmerkingar. Fleiri hugskot komu fram frá teimum ymsu støðunum.
Leygarkvøldið var café við livandi tónleiki. Tá møttu sera nógv ung upp, og tey hildu á út á náttina.
Petur Martin Glerfoss talaði til møtið leygardagin. Hann segði millum annað, at Bíblian er Guds orð, og er ikki einans orð um Gud.
Fólk møttu sera væl til møtini um kvøldið, og tá var salurin ov lítil. Fólk sótu heilt út í gongina.
Leygardagin greiddi Thomas Dam, formaður í Heimamissiónini frá, at tey hava ætlanir um at útbyggja leguhúsið, men einki ítøkiligt er komið á borðið enn.