Nesta er ivamsamur

Verjuálitið hjá italska landsliðnum, Alessandro Nesta, er ivasamur til hálvfinaluna ímóti Týsklandi týskvøldið. Nesta hevur ikki spælt við í seinastu tveimum dystunum hjá Italia í HM, og tað er ikki sannlíkt, at hann verður aftur á vøllinum ímóti Týsklandi í morgin. Tað er ein gamal skaði í lúskuni, sum nú órógvar Nesta.
- Møguleikarnir hjá honum fyri at spæla ímóti Týsklandi eru sera smáir, sigur ein talsmaður fyri italska landsliðið.Nesta hevur spælt í trimum HM-endaspølum, og í øllum kappingunum hevur hann sitið uttanfyri onkrar dystir við skaða.