Nes kommuna: Stórur áhugi fyri grundstykkjum

Áhugin fyri at seta búgv í Nes kommunu er vaksin nógv síðstu árini og er nú stórur eftirspurningur eftir grundstykkjum í kommununi. Tað skrivar Nes kommuna í ársfrágreiðingini fyri 2017.


Man skal ikki longur enn trý ár aftur í tíðina til, at nærum eingin áhugi var fyri kommunalu grundstykkjunum, tá einans 2 av 24 grundstykkjum vórðu seld, men síðan er nógv broytt.


- Nú eru øll grundstykkini við Lýðarsveg umbiðin/seld. Fyri 3 árum síðani vóru bert 2 grundstykkir av 24 seld. Eisini hevur áhugi verið at ogna sær grundstykki við Gaddavegin. Harumframt eru onnur grundstykkir seld runt um í kommununi. 13 grundstykkir eru seld í 2017, skrivar kommunan.


Av teimum trettan grundstykkjunum blivu seks grundstykkir seld við Lýðarsveg, tvey stykkir við Høganesvegin, tvey á Gaddavegnum, eitt á Kvíggjarvegnum, eitt við Brekkuvegin og eitt á Saltnesi.


Vaksandi eftirspurningurin eftir grundstykkjum hevur við sær, at kommunan er farin undir arbeiðið at fáa fleiri grundstykkir til vega, umframt at arbeitt verður við Bústaðir um nýggjar íbúðir í kommununi.


- Grundað á øktan eftirspurning eftir grundstykkjum hevur kommunan á sumri 2017 samtykt at fara undir fyrireikingar av nýggjum útstykkingum. Samtykt er at fara undir fyrireikingar av grundstykkjum longur inn frá Gaddavegnum eins og tað verður fyrireikað ein útstykking longur inn frá Høganesvegnum. Íalt 20 grundstykkir, verður staðfest í ársfrágreiðingini.


- Harumframt verður framvegis arbeitt við at fáa Bústaðir at byggja íbúðir á Toftum. Nes kommuna keypti lendið í 2017 og lendisarbeiðið verður projekterað í løtuni og eftir ætlan boðið út í summar.