Fimmta hvør sitrusfrukt, sum svenska Matvørueftirlitið hevur kannað, hevur spor av nervaeituri, sum kann skaða menningina av heilanum. Í Noregi er nervaeitur funnið í leimfruktum.
ES fer nú at taka støðu til um klorpyrifos, sum er mest vanliga evnið móti smákyktum, skal bannast.
Tað kennist heilsugott at fáa týdningarmiklu C-vitaminurnar í seg, og í døgunum undan jólum eru mong, sum keypa sólfrískar klementinir og appelsinir.
Men, í fleiri evropeiskum londum vera brúkarar nú ávaraðir. Bæði í Svøríki og Týsklandi eru leivdir av vandamikla evninum móti smákyktum funnið í búnum fruktum.
Klorpyrifos er eitt av mest vanligu evnunum, sum verður brúkt í niðurberjingini av smákyktum í grøðini, veit Sveriges Television at siga.
Leivdir av nervaeitur er eisini funnið í mandarinum úr Marokko, leimfruktum úr Brasilia og appelsinum úr Spania, sum verður selt í svenskum handum.
Evnini, sum eru funnin, eru niðan fyri markvirðið, men kannigar vísa, at klorpyrifos er nógv meira vandamikið enn áður hildið. Tí ber í løtuni ikki til at siga, hvat markvirðið fyri menniskju í hesum føri eigur at vera.
- Tað er trupult at siga neyvt, hvat eitt støði er, sum vit kunnu liva við, sigur eiturevnafrøðingurin hjá svenska Matvørueftirlitinum, Anneli Widenfalk.
ES fer nú at taka støðu til, um klorpyrifos skal bannast heilt í øllum samveldinum.
Matvørumyndugleikarnir í ES mæla til sama forboð, sum Noreg og átta onnur lond í samveldinum longu hava sett í verk.
- Evnið er serliga vandamikið fyri fostur og børn, og evnið kann ávirka menningina av heilanum og nervaskipanini, og atferðartrupulleikar kunnu gerast avleiðingin.
Tað sigur Abdelkarim Abdellaue, sum er leiðari fyri deildini fyri góðkenningum í norska Matvørueftirlitinum, og hetta sigur hann við norska kringvarpið.