Nervaeitur funnið í deyðum fiski

Nervaeitur er funnið í deyðum fiski í Norðurjútsku náttúruperluni - Store Vildmose – í Danmark.

- Nervaeitur er funnið í deyðum fiski í Norðurjútsku náttúruperluni - Store Vildmose – í Danmark. Vandi er fyri álvarsamari eitran, um fiskur, dunnur ella annar sjófuglur úr økinum verður etin.

 

Tað sigur danska Umhvørvisstýrið í tíðindaskrivi.

 

Lagt verður aftrat, at tað eru ókendir persónar, sum hava lagt út sera vandamikla nervaeiturið – carbofouran – við ein sjógv í norðara parti av Store Vildmose við Brønderslev.

 

Matvørustýrið kann ikki útiloka, at eiturið longu kann hava rakt dunnur, annan sjófugl og fisk í økinum.

 

- Vit mugu ávara um, at tað er serstakliga vandamikið at eta fisk og fugl úr økinum, sigur Matvørustýrið. Sagt verður, at eiturið, sum talan er um, er ólógligt og hevur verið forboðið í øllum ES síðan 2008.

 

Umhvørvisstýrið metir, at eiturið kann vera lagt út fyri at berja niður friðaði rovdjór, eitt nú rovfuglar og otar í umhvørvinum.

 

- Dunnur og annar fuglur, sum verður skotin í økinum, skal burturbeinast og handfarast við nitril-handskum, og ráðiligt er ikki at brúka veiðihund til at taka upp veiðina, sigur Umhvørvisstýrið.