Nephew instillaðir til MTV Music Awards

Nú hevur Nephew møguleikan at vinna heiðurin sum besti danski bólkur við MTV Music Awards. Tá MTV Music Awards 2007 verða hildnir í München 1. November, er Nephew við í dystinum um heitið ?Besti danski bólkur?.

 

Nephew eru sera væl dámdir her í Føroyum og tað er eisini gjørligt hjá tær at atkvøða fyri teimum. Møguligt er at atkøða heili 10 ferðir um tíman. Um tú ert ein rættur Nephew fjeppari, far so inn á ema.mtv.dk/voteNow og gev Nephew so nógvar atkvøður sum gjørligt.

 

Umframt Nephew eru bólkarnir Trentemøller, Suspekt, Volbeat og Dune instillaðir til MTV Music Awards sum besti danski bólkur. Nephew er tó nógv tann kendasti.