Hvørki av hesum báðum liðunum hevur nakað at spæla um, tí tey hava nevniliga bæði tryggjað sær luttøku í hálvfinalunum. Hetta verður tó seinasti møguleikin hjá báðum liðunum at fáa ein góðan dyst undan hálvfinalunum, og tí er eisini ein møguleiki fyri, at liðini fara at royna okkurt í hesum dystinum. Eingin ivi skal tó vera um, at Neistin er stórfavorittur at vinna dystin. Tær hava nevniliga vunnið allar dystirnar ímóti StÍF í ár.