##med2##
Neistakvinnur vunnu greiðan 28-19 sigur á afturvenda VB-liðnum í SMS-deildini í dystinum, ið var í høllini á Hálsi í Havn fyrr í dag. Í steðginum var Neistin á odda 15-11.
Ingunn Kristina Persson gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum. Fríða á Dunga skoraði seks mál fyri Neistan. Toppskjútti hjá VB var Rúni M. Jakobsen við seks málum. Durita Hjelm skoraði fimm mál fyri VB.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Báru K. Mortensen, ið skoraði eitt mál fyri VB í dag. Bára er ikki nøgd við úrslitið, men heldur tað verða jaligt, at VB var væl við fittan part av dystinum.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Ingunn Kristinu Persson sum skoraði sjey mál fyri Neistan. Fyri Ingunn Kristinu er tað ein stórur lætti, at fyrsta sigurin hjá neistakvinnum er komin til høldar.
Neistin-VB 28-19 (15-11)
StÍF-Kyndil 13-35 (6-17)
VÍF-Stjørnan 29-22 (13-7)
| Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|
| KYNDIL | 2 | 56 | 31 | 25 | 4 |
| VÍF | 3 | 83 | 71 | 12 | 4 |
| H71 | 2 | 50 | 46 | 4 | 4 |
| NEISTIN | 3 | 65 | 62 | 3 | 2 |
| STÍF | 2 | 38 | 58 | -20 | 2 |
| STJØRNAN | 2 | 45 | 54 | -9 | 0 |
| VB | 2 | 40 | 55 | -15 | 0 |











