Neistin vann aftur á Kyndli

Neistakvinnur hava framvegis gott tak á kyndilskvinnum.

Savnsmynd

Grannauppgerð hevur verið í høllini á Hálsi í kvøld, har kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli brustu saman. Hesi liðini hava spælt tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum í landskappingini, og tá hevur Neistin vunnið hvørja ferð. Og hetta mynstrið varð eiheldur broyt í kvøld.

 

Fyri dystirnar ímillum hesi liðini hevur verið eyðkent, at teir ikki hava verið ríkir í málum. Og tað var kvøldsins dystur eiheldur. Neistin vann dystin 17-14 - hálvleiksstøðan var 11-7.

 

Sostatt hava neistakvinnur betru kortini á hondunum, áðrenn liðini hittast í seinnu hálvfinaluni leygarkvøldið klokkan 18 - eisini í høllini á Hálsi.

 

Kvøldsins málskjúttar í dystinum vóru hesir:

 

Neistin: Marjun Danberg 4, Lilja Mohr 4, Eir Berg 3, Birita Jacobsen 2, Jacklin Durhuus 1, Brynja Høj 1, Nicoleta Hansen 1 og Drós Ragnarsdóttir 1 

 

Kyndil: Anna Brimnes 8, Irena Dam 2, Turið Arge Samuelsen 1, Súna K. Hansen 1, Bára K. Hansen 1 og Ásleyg Súnadóttir 1.

Savnsmynd

Savnsmynd

Savnsmynd

Savnsmynd

Savnsmynd