Neistin skal taka seinasta fetið

13 mál eru á muni, tá seinni undandysturin millum Neistin og Latsia, Kýpros, verður spældur í høllini á Hálsi í kvøld.

Neistin vann fyrra dystin, sum var spældur á Kýpros, 17-30, og føroysku meistararnir eru í tí serstøðu, at møguleikin fyri at spæla seg víðari er sera stórur.

Tórshavnar Býráð hevur lagt altjóða gólvið á, og býráðið hevur eisini spent seg út við at fáa handverkarar at fáa skiftirúmini klár til dystin.

Dysturin millum Neistan og Latsia byrjar klokkan 19.00.