Neistin skal halda oddasessin

Neistin skal royna at varðveita oddasessin, meðan Kyndil skal royna at koma longur upp eftir stigatalvuni, tá hesi bæði møtast í Sunset kappingini

Upptakt Neistin-Kyndil:


Toppur og botnur møtast í høllini á Hálsi leygardagin, tá Neistin og Kyndil bresta saman í bestu kvinnudeildini. Hesin dystur er samstudnis ein lokaluppgerð, so sjálvt um liðini liggja í hvør sínum enda á stigatalvuni, so kann alt helst henda.
Gongdin hjá Neistanum hevur verið sera góð í ár. Tær liggja á odda í bestu kvinnudeildini, og serliga í síðstu tveimum dystunum hava tær víst gott spæl. Næstseinast vunnu tær á táverandi oddaliðnum, Stjørnuni, á heimavølli, og síðsta vikuskiftið vunnu tær stórsigur í Vági.
Hjá Kyndli hevur ikki gingið so væl. Tær liggja á fjórða plássi við fýra stigum, men seinast vunnu tær á StÍF, og við hesum sigrinum tryggjaðu tær sær eisini seinasta plássi í endaspælinum hjá kvinnum.
Seinast hesi bæði liðini møttust endaði dysturin við javnleiki. Neistin var stórur favorittur tann dystin, og tað mugu tær eisini sigast at vera hesaferð. Seinast vísti Kyndil tó, at tær saktans kunnu hamla upp við oddaliðið, so fólk kunnu vænta ein spennandi dyst leygardagin.