HONDBÓLTUR
Tveir dystir eru á skránni í Sunset deildini í vikuskiftinum. Í Klaksvík tekur oddaliðið, Stjørnan, ímóti Kyndli. Stjørnan hevur vunnið báðar sínar dystir, og seinast bleiv tað til ein tryggan sigur á Neistanum. Hjá Kyndli hevur ikki gingist so væl. Tær hava bara spælt ein dyst, og ta ferðina taptu tær á VB.
Stjørnan er heilt víst favorittur at vinna henda dystin. Tær spæla á heimavølli og hava vunnið báðar sínar dystir, tí munnu tær eisini fara at vinna henda dystin. Men Kyndil kann tó saktans yvirraska norðuri í Klaksvík.
Hin dysturin, sum er á skránni í Sunset deildini, tykist meir spennandi. Her møtast Neistin og VB í høllini á Hálsi. Neistin tapti seinast í Klaksvík ímóti Stjørnuni, so tær skulu royna at fáa gongd aftur á spælið. Hjá VB sá ikki gott út síðsta vikuskifitð, tá tær fingu bank á heimavølli ímóti StÍF. Um VB ætlar sær at spæla um meistaraheitið í ár, so skulu tær vísa heilt aðrar taktir ímóti Neistanum sunnudagin. Neistin má tó metast at vera favorittur til henda dystin.










