Neistin - KÍF 31-25 (17-9)
StÍF - VÍF 22-26 (11-12)
Tveir dystir vóru í Okkaradeildini í kvøld, og hetta vóru teir seinastu í ár.
Tvey stig høvdu sanniliga lyft jólahýrin hjá KÍF og StÍF, ið vóru í vanda fyri at missa sambandið við tey fýra fremstu liðini, ið liggja til at spæla FM-hálvfinalur í vár.
Men tað vóru toppliðini, ið staðfestu støðuna. Bæði Neistin og VÍF vunnu tryggar sigrar, so at Neistin kann halda jól á fremsta plássi, meðan VÍF liggur triðfremst.
KÍF og StÍF liggja nú ávikavist fýra og sjey stig frá fjórða plássinum, nú tey bert hava fimm dystir eftir at leika í grundspælinum.
Neistin - KÍF 31-25 (17-9)
Málsjúttar hjá Neistanum:
Tróndur Kragesteen 7, Dánjal Ragnarsson 6, Karl Martin Olsen 5, Høgni Zachariassen 3, Tróndur Mikkelsen 3, Pætur Mikkjalson 3, Rune Olsen 2, Herbjørn Lava 1 og Julian Kragesteen 1
Málskjúttar hjá KÍF:
Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Poul F. Egholm 4, Joakim Jürs 2, Atli L. Hammer 2, Jón Suni Kjærbæk 2, Ási Dam 2, Borko Cupara 1, Teitur Joensen 1 og Dánjal Sørensen 1
StÍF - VÍF 22-26 (11-12)
Málskjúttar hjá StÍF:
Rani A. Højgaard 9, Pætur Ó. Barclay 5, Martin Danielsen 2, Jóannes A. Prestá 2, Teitur V. Nilssen 2, Tummas Simonsen 1, Djóni J. Petersen 1
Málskjúttar hjá VÍF:
Andrias Eriksen 9, Filip Jojic 5, Magnus Müller 4, Hallur Arason 4, Sjúrður Olsen 3, Jón Müller 1
Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo)
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Neistin | 13 | 335 | 297 | 38 | 18 |
2 | H71 | 12 | 306 | 270 | 36 | 17 |
3 | VÍF | 13 | 351 | 326 | 25 | 17 |
4 | Kyndil | 12 | 307 | 262 | 45 | 15 |
5 | KÍF | 13 | 320 | 324 | -4 | 11 |
6 | StÍF | 13 | 297 | 349 | -52 | 8 |
7 | Team Klaksvík | 12 | 274 | 362 | -88 | 2 |