Neistin og Team Klaksvík spæla Europa Cup dystir í vikuskiftinum

Neistin spælir báðar dystirnar í høllini á Hálsi í Havn - Team Klaksvík spælir báðar dystirnar í Bosnia

Í vikuskiftinum skulu Burn-liðini hjá Neistanum og Team Klaksvík royna seg í fyrsta umfarinum í Europa Cup kappingini.

 

Team Klaksvík sum fer at spæla sínar fyrstu altjóða dystir nakrantíð fer at spæla báðar dystirnar móti bosniska liðnum, Sloboda Tuzla í Bosnia Hersogovina.

 

Fyrri dysturin, ið tekniskt er heimadysturin hjá Team Klaksvík verður leiktur fríggjakvøldið klokkan 18.30. Seinni dysturin verður leiktur sunnudagin klokkan 14.

 

Neistin sum spælir móti ísraelska liðnum, MK Holon Yuvalim spælir báðar dystirnar í høllini á Hálsi í Havn.

 

Dystirnir vera spældir leygardagin og sunnudagin. Báðar dagarnar byrjar dysturin klokkan 17.

 

##med2##