VÍF-Neistin 24-26 (13-13)
Neistin vann bronsumerkini í fjør, og nú kappingin líður móti endanum, sær út til, at Neistakvinnur aftur í ár fáa onkran slag av málmi um hálsin, antin silvur ella bronsu.
Mikukvøldið bjóðaði VÍF av í Vestmanna, og her endaði Neistin omaná við 26 málum móti 24. Sostatt kom Neistin upp á 20 stig, eitt færri enn Stjørnan, nú bæði liðini hava tríggjar dystir eftir. StÍF hevur á fjórða plássi 18 stig, men tær hava bert tveir dystir eftir, og tí sær tað út til, at silvurið og bronsan endað í Klaksvík og í Havn. At gullið fer til Kyndil, er tað neyvan nakar, sum ivast í.
Tað gekk javnt á allan fyrra hálvleik. og munurin var ongantíð størri enn tvey mál. Í byrjanini var Neistin frammanfyri, men so kom VÍF upp á bæði 8-6 og 9-7, tó uttan at sleppa frá Neistanum. Fyrri hálvleikur endaði 13-13.
Heimaliðið byrjaði eisini betur í seinna hálvleiki og kom upp á 16-13, men Neistin svaraði aftur til 16-16.
So gekk aftur javnt á fram til miðjan seinna hálvleik, tá Neistin avgjørdi dystin. Frá 21-20 øktist munurin til 25-21, og tað megnaði VÍF ikki at taka innaftur, og Neistin vann at enda dystin, sum varð merktur av ikki færri enn 11 brotskøstum (sum øll endaðu í málinum), 26-24.
Katrin á Neystabø hevur havt eitt rimmar kappingarár í ár, og hon man eisini vera eitt upplagt evni til at verða vald sum ársins leikari á stóru samkomuni, sum verður eftir kappingarlok. Mikukvøldið skeyt hon ikki færri enn 12 mál (6 upp á brotskast) og tilsamans skutu hon og Inga Danberg 18 av teimum 26 málunum hjá Neistanum.
Hjá VÍF skeyt Ioana Rapa 11 mál, men sum heild helt niðurtúrurin hjá VÍF síðani steypafinaluna fram.
Í endaspælinum í landskappingini vann VÍF tveir teir fyrstu og var millum FM-kandidatarnar, men síðani taptu tær seks dystir á rað, áðrenn tað aftur eydnaðist at vinna á GÍ/Tjaldrinum seinasta vikuskifti. Men unga VÍF-liðið framdi eitt bragd við at vinna steypafinaluna móti StÍF, sum hevur nógv fleiri royndir.
VÍF-liðið hevur tíðina fyri sær, og tað hevur týdning, at spælandi venjarin Ioana Rapa verður verandi og kann byggja víðari upp á liðið, ið so seint sum í fjør spældi í 2. deild.