Neistin legði harðliga fyri

Hondbóltur: Neistin uttan fleiri stuðulsspælarar fá í fjør legði seg beinanvegin á odda í kvinnudeildini

1. deild kvinnur:

GÍ-Neistin 16-21 (7-14)


Neistin kom væl frá byrjaní nýggja kappingarárinum.

Liðið hjá Sigrun Mikkelsen var á Kambsdali og spældi móti GÍ, og haðani komu tær við tryggum sigri og tveimum stigum.

Neistin legði harðliga fyri og longu fyrsta partin av dystinum drógu tær frá heimaliðnum, sum spældi illa stóran part av fyrra hálvleiki.

GÍ hevur vanliga sterka verju, men fyrra hálvleik riggaði verjan ikki sum hon plagar. 14 mál fóru ígjøgnum og tað er nógv hjá GÍ.

Tá eitt korter var farið av dystinum var Neistin frammanfyri 6-2, og tær høvdu gott tak á ta løtuna. í verjuni kláraðu tær at forða fyri gjøgnumbrotunum hjá GÍ, og tær dugdu væl at snúgva sær í álopsspælinum.


Betri hjá GÍ í

seinna hálvleiki

Seinna korterið av fyrra hálvleiki fekk GÍ eitt sindur betri tak á aftur, tær minkaðu um munin, og fram móti hálvleikssteðginum royndu tær at halda fast, men Neistin dróg aftur frá teimum, og tá Rúna Wardum og Kára á Dunga skoraðu hvør sítt mál í seinasta minuttinum fyri hálvleik, fall avgerðin í dystinum í roynd og veru.

Eftir hálvleikssteðgin royndi GÍ at fóta sær og fáa verjuspælið í rættlag aftur, og tað eydnaðist eisini .Seinna hálvleik gekk betur hjá GÍ, Neistin skoraði helvtina færri mál, og GÍ skoraði nakað meira. Munurin minkaði, men tað kom ongantíð veruligur spenningur í dystin aftur.

Neistin gjørdi tíðliga í dystinum tað, sum var neyðugt fyri at tryggja sær sigurin, og tá GÍ kom fyri seg í seinna hálvleiki, hildu tær seg alla tíðina frammanfyri og vunnu eisini dystin við fimm málum.


Mangla stuðulsspælarar

Neistin manglar í ár fleiri av stuðulsspælarunum frá í fjør, men í dystinum móti GÍ nervaði hetta ikki so øðiligt. Inga Danberg, sum eisini í fjør hevði sentralan leiklut á liðnum, skoraði sjey ferðir og Kára á Dunga og Rúna Wardum fýra ferðir.

Hjá GÍ var eingin veruligur málslúkari, men Kristine Ellingsgaard og Linda Toftegaard gjørdu trý mál hvør.