Neistamenn hava nú góðan møguleika at tryggja sær fyrsta plássið í grundspælinum í Okkaradeildini, og harvið sleppa at velja hálvfinalu-mótstøðuliðið í FM-hálvfinalunum.
Hetta er greitt aftaná ein góðan 32-27 sigur hjá Neistanum í grannauppgerðini ímóti Kyndli. Neistin var aftanfyri 13-15 í steðginum, men teir bláu hálaðu sigurin heim aftaná eitt sannførandi avrik í seinna hálvleiki.
Rasmus Søby gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við átta málum. Tróndur J. Kragesteen skoraði seks mál fyri Neistan. Tummas Pauli Hanusarson gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. David Edvardsen skoraði fimm mál fyri Kyndil.
Dysturin í Kollafirði millum KÍF og VÍF í Kollafirði byrjar nú klokkan 18.30. H71 og StÍF spæla í Hoyvíkshøllini klokkan 20 í kvøld.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal frásøgumann hjá FM1 siga frá seinastu løtuni av dystinum. Claus Rasmussen var viðmerkjari.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Trónd Mikkelsen, ið skoraði fýra mál fyri Neistan. Tróndur Mikkelsen heldur, at einki er so stuttligt sum at spæla eina grannauppgerð, ið ein vinnur.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Martin Lellek, venjara hjá Kyndli sum ásannar, at enn er nógv arbeiði eftir at gera hjá Kyndli áðrenn hálvfinaluplássið er í hús.
4) Hoyr Sjúrð H. Hoydal og Claus Rasmussen taka samanum dystin. Claus Rasmussen dylur ikki, at vónirnar eru góðar hjá neistamonnum í ár, men enn er langt á mál.










