Frá fyrsta bríksli var munurin millum tey bæði liðini sjónligur.
Kyndil mátti vera Bárð Johannesen fyriuttan, meðan Heini Hanusarson, Áki Mørk, Birgir Poulsen og Finnur Hansson allir sótu uttan fyri hjá Neistanum.
Men hóast hetta, so vóru teir bláu greitt við yvirlutan, og eftir fáum minuttum skrædnaði av álvara millum liðini.
Fyrstu 20 minuttirnar bar púrt einki til hjá Kyndli, og so var allur spenningur fokin.
Sigurin ber við sær, at Neistin økti enn meira um sína leiðslu, sum nú er 10 stig framman fyri VÍF og StÍF, sum bæði spæla í morgin. Tey bæði liðini hava 10 stig, og tað er tað sama, sum Kyndil hevur.
Kyndil-Neistin 20-37 (9-19)










