Neistin fekk bank

Stjørnan-Neistin 34-22 (19-12)

Úrslitið sigur tað mesta, tá munurin millum tvey av fremstu liðunum í landinum er heili 12 mál.

Frá byrjan var tað Stjørnan, sum setti ferðina í KÍ-høllini, og longu eftir góðum korteri var veruliga skrædnað millum liðini.

Og so ráddi bara um at fáa tíðina at ganga hjá báðum liðunum. Eisini tann partin dugdi Stjørnan betri, tó at Neistin fekk minkað eitt lítið sindur um munin móti dystarenda.

Besti málskjútti hjá Stjørnuni var Simona Petersen við 11 málum. Elin Staksund skeyt 7 mál fyri Neistan.