Aftur í dag eydnaðist tað Neistanum at vinna á Stjørnuni. Sostatt er Neistin føroyameistari í kvinnudeildini í hondbólti. Hetta er annað árið á rað, at Neistin er føroyameistari.
Talan gjørdist um ein lutfalsliga tryggan sigur, tí Neistin vann 32-27. Neistin var eisini oman á bróðurpartin av dystin, men Stjørnan ongantíð gav skarvin yvir, hóast málmunurin viðhvørt var tíggju mál.
Sigurin í dag merkir, at talan ikki verður um nakra triðju finalu, tí Neistin vann eisini fyrru finaluna.