Neistin buldrar víðari

Úrslitið var 36-28.

Ungu vestmenningarnir togaðust leingi við heimaliðið, og munurin var ikki serliga stórur.

Støðan í hálvleikinum var 16-14.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki skrædnaði millum liðini. Neistin setti ferðina upp.

Greipuvinnararnir hava stóra breidd, og tað varð prógvað í gjár. Heini Hanusarson og Ári Dam sótu uttan fyri í stórum løtum av seinna hálvleiki, men tað gjørdi ikki petti.

Áki Mørk er so smátt komin fyri seg aftaná skaða, og hann skeyt fimm av málunum í gjár.

Neistin hevur vunnið sínar fimm landskappingardystir higartil.

 

Neistin ? VÍF 36-28 (16-14)

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen

10 min.: 6-4

20 min.: 10-10

40 min.: 19-17

50 min.: 27-23

Neistin: Jón Ludvík 8, Heini Hanusarson 6 (2), Áki Mørk 5, Finnur Hansson 5, David Edvardsen 4, Ingi Olsen 3, Sjúrður Thomassen 3, Jákup Apol 1, Rósing Rasmussen 1.

VÍF: Áki G. Olsen 9 (3), Bjarti Hansen 4, Sámal Jákup Djurhuus 4, Magnus Muller 3, Joen Pauli Høgnesen 2, Magnus á Rógvi 2, Niels Andreasen 1, Jákup Soni Andreasen 1, Jákup Andreas Joensen 1.

Útvísingar: Neistin 5 ? VÍF 2