Neistakvinnur vóru ov fjálturstungnar (FM1)

(FM1) Hoyr annan av venjarunum hjá neistakvinnum, Birgir Hansen seta orð á 18-20 (7-10) tapið ímóti Kyndli

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við annan av venjarunum hjá neistakvinnum, Birgir Hansen beinleiðis á FM1 aftaná Birgir hevði sæð sínar spælarar tapa 18-20 (7-10) ímóti Kyndli. Ósigurin merkir, at Neistin dettir niður á triðja plássið, og er eitt stig aftanfyri H71 og tvey stig aftanfyri VÍF, ið er oddalið í SMS-deildini. 

 

Birgir Hansen heldur, at spælararnir hjá honum vóru alt ov fjálturstungnar, og liðið hevði hópin av royndum sum endaðu á træverkinum hjá Kyndli. Neistakvinnur vóru heilt einfalt ikki nóg neyvar í dag.

 

Tað var ein strika í rokningini at tapa dystin í dag aftaná góðu gongdina seinastu umførini, men Birgir Hansen undirstrikar, at tað eru nógvir dystir eftir enn í grundspælinum, og hann hevur góðar vónir um, at Neistin kann vinna seg í FM-finaluna.

 

HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Bárð Johannessen, venjara hjá Kyndli.

 

HER ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum. Til ber eisini at hoyra Claus Rasmussen taka samanum dystin.