Hondbóltur
Soleiðis sum hondbóltskappingin hevur lagað seg, so bendir alt á, at gullstríðið verður ein kapprenning millum Neistan og Kyndil.
Havnarfeløgini bæði hava alt árið verið við til at mynda oddin, og eftir sigurin hjá Kyndli á StÍF seinasta vikuskiftið, tykjast hesi bæði eisini vera um at toga seg eitt sindur leys av hinum.
Møguleikin hjá VÍF
Hjá Neistanum hevur lagið verið sera gott, síðani teir fyri trimum vikum síðani vunnu stórsigur á grannunum, og tosið hevur í nógvar mátar bent tann vegin, at nú skuldi meistaraheitið aftur vinnast, men hetta tagnaði tó í vikuni.
Fyrst stóð greitt, at Heini Hanusarson helst meiddi seg so illa í dystinum móti KÍF, at hann í øllum førum má binda frið í nakrar vikur, og tá so Dragisa Stojovic eisini fekk skaða undir venjing í vikuni, fór av álvara at síggja svart út. Júst hesir báðir leikararnir hava av bakkinum verið artillaríið hjá Neistanum, og tó at maður oftani kemur í mans stað, so tykist ilt at síggja, hvaðani Neistin skal fáa hesar. Ikki minst tá Karl Oddmar Rasmussen helst er burturstaddur sunnudagin.
Hinvegin gevur tað so øðrum leikarum møguleika at royna seg. Áki Mørk hevur fyri tað nógva spælt á miðjuni, men hann kann kanska flytast á vinstra bakk, meðan Dann Thorleifsson tekur yvir hinumegin, men spurningurin er kanska, hvørt hetta røkkur móti VÍF.
Tí gamaní upplivir hondbólturin í Vestmanna í løtuni sína størstu kreppu í fleiri ár, men enn eru heiðursmerki tó væl og virðiliga í eygsjón. Og seinni hálvleikur móti H71 gav kanska part av vantandi sjálvsálitinum aftur, soleiðis at liðið nú fer at sýna nakað av tí, sum hevur tryggjað teimum ovastu sessirnar í føroysku kappingini seinastu nógvu árini.
Hoyvíkarhøllin kann órógva
Tveir aðrir dystir verða leiktir um vikuskiftið, og felags fyri hesar er, at teir báðir verða leiktir í Hoyvíkarhøllini.
Leygardagin vitjar StÍF hjá H71 í eini endurtøku av steypafinaluni, og skal hendan brúkast sum barometur, so er einki at ivast í, at strandingar eiga at ogna sær stigini. Ikki minst tá hoyvíkingarnir eisini eru nakað skerdir, nú Jákup á Borg aftur er farin undir fótbóltin.
Hinvegin hava hoyvíkingar áður sýnt, at teir altíð kunnu gera okkurt óvæntað, og spurningurin er so bara, um strandingar verða offur fyri hesum serliga hoyvíkarfyribrigdinum hesaferð, ella um tað bíðar til okkurt av hinum »stóru« liðunum kemur at vitja.
Sunnudagin skal so Kyndil seg í somu høll, tá teir vitja KÍF. Kyndil hevur ikki víst tey mest sannførandi avrikini seinastu vikurnar, og skaðar og onnur frávera hava eisini argað heilt nógv.
Hesaferð er Hans Áki Dal-Christiansen tó aftur tøkur, og tað er í øllum førum eitt stórt pluss. Spurningurin er so, hvørt fingurin hjá Jacobi Jónsson og økslin hjá Finni Hansson fara at loyva teimum at hava nakran serligan leiklut.
Kollfirðingar hava tó fleiri ferðir í ár framt rættiliga góð avrik á heimavølli, og tó at stigini ikki eru vorðin so øgiliga nógv í tali, so hevur oftani resta lítið í, og tað plagar í øllum førum ikki at vera nakar vani hjá teimum at leggja seg niður, »bara« tí eitt av ovaru liðunum kemur á vitjan. So tað er einki at ivast í, at Kyndil skal arbeiða fyri sakini, um teir vilja hava stigini við sær oman aftur á Háls.