Neista-sigur broytti ikki myndina

Neistin-Stjørnan 26-24 (10-12) Stjørnan vinnur samanlagt 57-48:

 

Lagið á heimaliðnum var fínt, tá Neistin í gjár hevði spælt seinnu hálvfinaluna móti Stjørnuni.

Nakra veruliga vón um samlaðan sigur mundu tær bláu ikki hava eftir stórtapið í Klaksvík í fyrru hálvfinaluni, men hetta forðaði teimum ikki í at fara eftir sigrinum í gjár.

 

Tað gekk tó sera striltið, tí fyrstu 40 minuttirnar ella so var tað Stjørnan, sum hevði lítla munin í dystinum.

Um miðjan hálvleikin eydnaðist tó Neistanum at skora seks ferðir á rað, og hesum megnaði Stjørnan ikki at svara aftur.

Samanlagt kundi hetta tó ikki hótta tryggu leiðsluna hjá Stjørnuni, men dysturin prógvaði, at Neistin enn kann arga ovaru liðini í deildini.

 

Besti málskjútti hjá Neistanum var Trine Mayland, sum skoraði 7 mál. Durita Christophersen skeyt 8 av málunum hjá Stjørnuni.