Annika Olsen hevur lagt fram lóg um, at heimahjálpin skal kunna “útbjóðast”. Hesum eru vit sterkt ímóti!
Í Svøríki er tað komið fram, at privatar fyritøkur, ið fáa pengar frá kommunum til at veita eldri fólki heimahjálp, hava spart við at geva eldri fólki blæu á í staðin fyri at hjálpa teimum á vesið. Spardi peningurin er tó ikki farin til at betra um røktina á øðrum økjum, men er farin beint í lummarnar á teimum, ið eiga fyritøkurnar. Her er talan um skattakrónur, ið fólk hava arbeitt hart fyri.
Eisini í Danmark hava tey roynt seg tey seinastu árini við at fáa privatar fyritøkur at taka sær av grundleggjandi tænastum. Talan er tó ikki um eitt politiskt rák við einum ávísum liti, tí í Svøríki eru tað tey borgarligu, og í Danmark eru tað tey vinstravendu, ið hava gingið á odda við hesum broytingum.
Vit í Sosialistisk Ung halda, at tað at skapa profit er í andsøgn við sjálvt endamálið við heimahjálp, ið er at veita eina menniskjaliga tænastu. Royndir vísa, at tænasturnar verða hvørki betri ella bíligari av at verða koyrdar út til tað privata at reka.