Catalonina er klovið í tvey í málinum um at loysa frá Spania. Men lítið hoyrist til mótstøðufólkini í hesum døgum
Einki catalanskt flagg sæst í býarmyndini í Nou Barris. Eingin valplakat.
Einki, sum vísir, at catalonska landspartastjórnin í morgin ætlar at halda fólkaatkvøðu um sjávlstýri, sjálvt um spanska stjórnin hevur bannað atkvøðugreiðsluni.
Nou Barris er ein forstaður til catalanska hvøuðsstaðin Barcelona, hvørs miðbýur í hesum døgum er eitt litfýrverk av fløggum, tá serliga ungdómar ganga kravgongu fyri loysing frá Spania.
Ongar mót-mótmælisgongur eru.
Meiningakanningar hava annars sagt, at tað er ein lítili meiriluti fyri at vera verandi í Spania, men catalanskir nationalistar seta dám á almenna rúmið.
Á lokalvalinum í 2015 fingu loysingarfólkini meiriluta. Men í Nou Barris atkvøddu bara 29,1 prosent fyri loysingarveinginum.
Nógv av fólkinum í býarpartinum eru innflytarar úr Spanian, og tey síggja einki skilagott í at loysa frá Spania.
– Hetta er ein arbeiðarabýarpartur. Tað eru tey ungu og tey ríku, sum vilja úr Spania, sigur ein eldri maður á einin kaffistovu.
Ein annar maður sigur, at atkvøðugreiðslan kortini ikki fær gyldi.
– So hví atrkvøða?
Eingin av teimum vil siga navn sítt. Tey eru varin, tá tað snýr seg um politikk.
Tíðinastovan AP hevur eisini verið í Nou Barris og tosað við ein bakara. Hon vil fegin siga, hvør hon er, men sigur, at kundar hennara tosa ikki um politikk.
– Stjórnin hevur smoygt sínar ætlanir niður yvir okkum. Tey hava fyrimun av, at mótstøðufólini ikki eru samd ella mobiliserað, sigur Ana Bahamonde.
Hon leggur afturat, at mótstøðufólkini av sjálvstýri verða samanborin við ytsta høgra.
Í eini lund í Nou Barris situr ungi maðurin Xavier og ansar systurdóttrini. hann hevur eisini eina frágreiðing.
– Tey eru sum omma og abbi vaksin upp undir Franco-einaræðinum. Tey tosa ikki um politikk. Tey vilja hava, at alt skal vera, sum tað er.
– Men vit, børn teirra, eru fødd her. Vit eru catalonar. Vit hava alt lívið sæð í sponskum sjónvarpi og hoyrt frá stjórnini í Madrid, at í Catalonia er tey øðrvísi við flaggi sínum og málinum.
– Tey tosa niður til okkara. Tað verður sjálvforsterkandi, so nú eru vit national. Tað er ein av orsøkunum til, at tey ungu vilja loysa.
/ritzau/