Nei Rolf, les greinina betri

Borgarliga linjan er, at bæði vinnulívsfólk, arbeiðarin, reiðarin og fiskimaðurin eru í dyggari samvinnu, uttan almenna uppíblanding

Jógvan við Keldu, tingmaður Fólkafloksins:

Rolf Guttesen hevur helst verið nakað bragdligur og í so knappur at svara mær í bløðunum, tí sum hann sjálvur sigur, kanska havi eg bara ikki lisið bløðini nóg væl.

Hetta fara øll at geva honum rætt í, tí hann hevur fylgt betri við í føroyskum politikki í mong ár, enn hann her gevur til kennar. Hevur havt mong innlegg, sum eg tey flestu við áhuga havi lisið, hóast heilt nátúrliga ósamdur við honum í mongum førum.

Hann veit, hvat ein borgarligur politikari hevur sum fremsta mál, at bæði vinnulívsfólk, arbeiðarin, reiðarin og fiskimaðurin eru í dyggari samvinnu, og at hesir soleiðis fáa sum best burtur úr tí, teir í felag skaptu. Hesir hava brúk hvør fyri øðrum.

Linjan hjá sosialistinum er harafturímóti, at landskassin eigur tað, sum liggur omanfyri tað, teir kalla eina vanliga løn, so landkassin kann vera tann skapandi, gevandi og hin alfaðirligi. Hetta sum søgan hevur prógvað, ongantíð gjørdist, ella fer at gerast veruleiki, men er skramblað saman.

Nú talan er um økta gransking, víðfevnda vitanarsamfelagið og visjón 2015 ræður um, at privati luturin leggur so nógv eftir sær sum gjørligt, uttan at politiska systemið leggur seg á tað. So fæst framburður og betri úrslit fyri eini breiðari menning. Her eigur Fólkaflokkurin at hava ein nógv greiðari boðskap.

Ávirkan krevur heimild
Eg fari ikki at endurtaka nakað serligt av greinini, nú hann ikki hevur lisið hana nóg væl, men tá hann er ivasamur um, hvør Kári Petersen er, um hann er telvari, róðararmaður, ein chauførur ella annar, gav eg Kára greiða heitið í greinini, fíggjarfrøðingur, men lat meg kalla hann búskarfrøðing, sum tó ikki ger tann ovurstóra munin, men fyri rættleikans skuld.

Um greinin var betur lisin, hevði hetta ikki verið ivamál, og tað er nokk so hugstoytt, at Rolf nú ikki kennist við kammeratarnar.

Til seinast fari eg tó at endurtaka samfelagsfrøðingin og fyrrverdandi sosialistin - sum tó tíðliga bakkaði út - sum var fyrimynd hjá flestu ný-filosoffunum í Fraklandi, ein av fremstu politisku viðmerkjarum í Evropu, Raymond Aron, at sjálvandi kundi eg væl skriva, at eg stuðli lønarhækkan (fyri arbeiðaran), fyri at vísa mínar sannførandi kenslur, men tað hevði verið uttan fyri alla ávirkan.

Hetta kom eg at hugsa um, tá eg las fyrru og nú kanska serliga seinnu greinina hjá Rolfi, har tann fyrra var svar til Jógvan Sundsstein. Tí neyðugt er, at heimild og ávirkan fylgjast.

Nei Rolf, tú mást lesa greinina betri.