Nebbasildin svíkir lundapisurnar

Tað er hóttafall á, nú nebbasildin, sum er besta føðin hjá lundanum, svíkur so dyggiliga.

Bergur Olsen, fuglafrøðingur, hevur grein í seinastu út­gávun­i av Sjóvarmáli um gongd­ina við nebbasildini og støðu­ni hjá lundanum.
- Nebbasildin, sum er besta føðin hjá lundanum, hevu­r svikið so dyggiliga, at stór­ur partur av lundanum verp­ur als ikki ella gevst at verma, áðrenn pisan er kom­in út.
Fuglafrøðingurin vísir á, at teir fáu lundarnir, sum halda á at verma, til pisan kem­ur út, hava ilt við at finna føði til pisurnar.
- Tí doyggja pisurnar í hungri, tá tær eru nakrar fáar dagar gamlar. Men onk­ur hendinga pisa kemur tó undan, leggur Bergur Olsen aftrat.
Um neyvu kanningarnar, sum eru gjørdar av støðuni hjá lundapisunum, nevnir fugla­frøð­ingurin sum dømi, at lundar vóru inni í øllum teimum 14 reiðrunum, sum eftirlit var við í Byrgisbakka í Skúv­oy.
- Lundi varp í 11 av teimum, so tað sá gott út. Men tað vísti seg skjótt, at lundarnir høvdu trupulleikar við at finna føði. Lundarnir skiftast um at liggja á, men summir komu ikki aftur til tíðina, tá teir skuldu loysa av.
Bergur Olsen sigur, at viðhvørt rýmdi tann, sum lá á, áðrenn makin var komin aftur.
- Eggið lá so einsamalt í fleiri tímar og viðhvørt dagar. Hvørja ferð lundi kom aftur til eitt egg, sum lá einsamalt, helt hann tó fram við at verma, sum um einki var, sigur fuglafrøðingurin.
Greinin í fullum orðaljóði kann lesast í Sjóvarmál.