Nazi-fongur: Funnu Enigma-maskinu á havsins botni

Kavarar í Eystursjónum hildu at byrja við, at teir høvdu funnið eina vanliga skrivimaskinu, men veruleikin var ein annar.

 

Týskir kavarar leitaðu eftir mistum fiskireiðskapi, tá teir komu fram á tólið, sum nazistarnir nýttu sum kotu-tól undir seinna heimsbardaga.

Hesi tíðindi ber danska Ekstrablaðið frá tíðindastovuni Reuters.

Mett verður, at Enigma-tólið er blakað yvir borð frá einum søkkandi kavbáti.

- Eg havi funnið og uppdagað mangt spennandi og løgið síðstu 20 árini. Men eg hevði ikki droymt um, at eg skuldi finna eina av legendarisku Enigma-maskinunum, sigur undirsjóvarfornfrøðingurin Florian Huber.

Enigma-maskinan varð funnin nærhendis oynni Als.

Nazistarnir nýttu undir seinna heimsbardaga Enigma-tólini til at senda og taka ímóti loyniligum boðum, ið vóru krypteraði. Loksins eydnaðist tó bretum at týða kotuna, og fekk hetta avgerðandi týdning fyri gongdina í bardaganum í Atlantshavi.

Stutt fyri, at nazistarnir góvu skarvin yvir í maj 1945, komu boð um at søkkja 50 kavbátar í økinum, har Enigma-tólið er funnið, og mett verður tí, at hetta tól stavar frá einum av kavbátunum.

Hóast fleiri túsind Enigma-tól vórðu framleidd, so eru bert nøkur fá hundrað til í dag, tað fólk vita um. Tólini verða seld fyri meria enn hundraðtúsund krónur á uppboðssølum.

Enigma-tólið, sum nú er funnið, er latið einum savnið í Slesvig.

##med2##

Soleiðis sær ein Enigma-maskina út, tá hon er í góðum standi.