NATO kann tapa í Afghanistan

Taliban tekur seg fram ímóti Kabul, og skal NATO ikki tapa bardagan í Afghanistan, noyðist verjusamgongan at tvífalda sítt hermannatal har

Taliban hevur fingið fótin fyri seg aftur nógvastaðni í Afghanistan, og nú taka teir seg støðugt nærri og nærri høvuðsstaðnum Kabul. Tað er niðurstøðan í einari nýggjari frágreiðing, sum stovnurin Senils Council hevur latið úr hondum.

 

Frágreiðingin sigur, at kreppan í Afghanistan er komin á eitt vegamót. Skal NATO gera sær nakra vón um at vinna bardagan, má samgongan tvífalda hermannatalið, so tað kemur upp á minst 80.000. Annars tapir NATO.

 

Tá amerikanararnir lupu á Afghanistan í 2001, róku teir tað mesta av Taliban av landinum. Men í fjøllunum á markinum millum Afghanistan og Pakistan hevur rørslan ment seg aftur.

 

-Taliban hevur ræðið á stórum økjum og hevur fólk í 54 prosentum av Afghanistan. Harafturat vísir tað seg at vera lætt hjá rørsluni at fáa nýggjar limir, sigur Senils Council í nýggju frágreiðingini. Stovnurin leggur afturat, at Taliban hevur lagt seg eftir at brúka somu framferð sum uppreistrarmenninir í Irak við sjálvmorðsbumbum og vegjaðarabumbum. Harafturat tykist rørslan hava trygga fígging til sítt virksemi, og koma pengarnir fyrst og fremst frá rúsevnahandli.

 

-Spurningurin er ikki longur, nær Taliban tekur Kabul aftur, men nær tað verður. Skal NATO ikki tapa bardagan í Afghanistan, má hermannatalið minst tvífaldast, skrivar Senils Councuil í nýggju frágreiðingini.