Í dag verður lutakastið til UEFA Nations League kappingina, sum verður á øðrum sinni. Portugal vann fyrstu kappingina nakrantíð. Millum føroysku umboðini til lutakastið er landsliðsvenjarin, Håkan Ericson.
Lutakastið:
Føroyar eru í bólki 1 í deild D saman við Malta, Lettlandi og Andorra. Tað eru alt lond, sum vit hava spælt ímóti í undankappingum seinnu árini. Vit vóru bólki saman við Lettlandi og Andorra í HM 2018 undankappingina. Tá vunnu vit 2-0 í Lettlandi og spældu málleysan javnleik á heimavølli. Hinvegin vunnu vit á heimavølli móti Andorra, men fingu bert málleysan javnleik í umstríddum dysti í Andorra. Føroyar og Andorra skulu spæla venjingardyst í næstum.
Vit hava eisini spælt fýra ferðir móti Malta seinnu árini. Tvær ferðir í Nations League, har tað bleiv til ein sigur og ein javnleik. Í júst farnu EM-undankappingini taptu vit á Malta, men vunnu 1-0 á heimavølli í farvældystinum hjá Atla Gregersen og Lars Olsen.
Í bólki B eru Gibraltar, Liktenstein og San Marino. Vinnararnir av bólki 1 og bólki 2 flyta upp í deild C. Enn er ikki neyvt ásett nær dystirnir verða, men tað verður alt í heyst.
##med2##
17.10: Í løtuni verða reglugerðirnar kunngjørdar. Føroyar eru í deild D. Har eru sjey lond. Tað verður ein bólkur við fýra liðnum og ein við trimum liðnum. Tað verður byrjað við lutakastinum til deild D.
##med3##
Undan lutakastinum:
Nú er skjótt tíð aftur til UEFA Nations League. Fyrsta umfar av UEFA Nations League 2020 verður 3. til 5. september 2020. Lutaktasið verður týsdagin 3. mars.
Tað er nakrar broytingar í UEFA Nations League, sum er deild upp í fýra deildir. A, B, C og D. Føroyar eru aftur hesa ferð í bólki D, sum tó teldur væl færri lond. Tað merkir millum annað at londum Kosovo, Aserbadjan og Georgia ikki eru í deild D.
Nú eru bara sjey lond í deildini og tey minna nógv um okkum í styrki. Gibraltar, Lettland, Liktenstein, Andorra, Malta og San Marino eru øll lond, sum vit hava spælt ímóti og vunnið á.
Føroyska liðið verður bólkað saman við einum landi úr " Styrkisbólki 1", og einum ella tveimum londum úr " Styrkisbólki 2", alt eftir um vit koma í ein bólk við trimum ella fýra londum.
Styrkisbólkur 1: Gibraltar, Føroyar, Lettland, Liktenstein
Styrkisbólkur 2: Andorra, Malta, San Marino