Johan Samuelsen
Tvey orð sum hóska væl til alt tað, sum Tjóðveldisflokkurin stendur fyri politiskt, eru symbolisma og retorikkur. Besta dømi í so máta er aktuelli spurningurin um føroyska sendistovu í Reykjavík. Poul Michelsen, løgtingsmaður, spurdi, og so sjálvandi hin spyrjiglaði Høgni Hoydal honum á baki, hví vit skulu vera so ússalig at seta sendistovu á stovn við føroyskum borðflaggi í kjallaranum á donsku sendistovuni í íslendska høvuðsstaðnum, meðan danska ríkisvápnið og Dannebrog veitraðu í íslendska lotinum uttanfyri, sum jú er kravt sambært Wienarkonventiónini um ambasaduvirksemi landanna millum.
Løgmaður, Jóanes Eidesgaard, vísir á í bløðunum, at vit fysiskt flyta í egin hølir í Reykjavík, við okkara egna flaggi, Merkinum, í húnar hátt og veðramerki føroyinga á sjónligum staði. Men hetta er ikki í lagi hesaferð, sambært Høgna Hoydal - hóast júst sami Høgni helt, at tað var í fínasta lagi at seta føroyska sendistovu á stovn í London, meðan hann og hansara sonevnda fullveldissamgonga sat í Tinganesi, og júst á donsku sendistovuni í bretska høvuðsstaðnum við bæði týðiligum Dannebrog og ríkisvápni sum skjaldramerki.
Nú fer hetta so ikki at henda í Reykjavík. Føroyingar fáa egin hølir við flaggi og veðrasegli har, men nú verður mótmælt harðliga – enntá frá teimum, sum onki høvdu at vísa á á uttanríkispolitiska økinum eftir 6 ár í Tinganesi. Ikki verður eitt orð grett um handilsliga og vinnuliga frambrotið við stóru fyrimununum, sum tað inniber, við føroyskari umboðan í íslendska høvuðsstaðnum. Nú Íslandssáttmálin er farin at virka, og londini bæði eru vorðin eitt marknaðar- og handilsøki, er slík umboðan sera vælkomin fyri tey, sum vilja royna seg á fyrsta sinni á hesum stóra og óroynda marknaði fyri okkara vinnufyritøkur – slík diplomatumboðan er næstan ein fyritreyt fyri føroyskari kapping á nøkulunda jøvnum føti á íslendska marknaðinum, men tað sum hevur við gerandisdag og knoss hjá okkara vinnufyritøkum at gera, leggur Tjóðveldisflokkurin ikki petti lag í, teimum so líkt! Heldur varðveita retoriska og symbolska øsingartaktikkin í einum bíligum politiskum spæli her heima, um eitt “alt ella onki” í Reykjavík. Og harmiligast av øllum: fjølmiðlarnir fylgja í somu sporum, sum Høgni Hoydal, og jabba allir meiri ella minni um flaggspurningin, meðan avgjørdu fyrimunirnir fyri føroyskt vinnulív við føroyskum umboðum í Reykjavík valla verða lýstir við einum orði – hoyrdi ikki henda spurning viðgjørdan í heila tikið, tá talan var um Londonambassaduna fyri fáum árum síðani!
Tað bar væl til í London á donsku sendistovuni, men í Reykjavík, nei, har er tað tjóðskaparligt afturstig, ússaligt o.s.fr. at vera í egnum hølum undir Merkinum – og fyri at gera undirbrotligheitina fullkomna í hesum máli, so siga “nationalsymbolistarnir” hjá okkum, at í Íslandi, har eru serligar mentunarligar og søguligar orsøkir til at vísa, hvør man er! Also, ein praksis á uttanríkispolitiska økinumm í London, annar í Reykjavík – minnir mest um holbergskt skemt! Onkur fór enntá so langt í tjóðskapaligum herðindum í løgtinginum, sum at krevja republikkina setta á stovn her og nú, so flaggmøguleikarnir í Íslandi blivu optimalir! Men ikki eitt gleðiligt orð um fyrimunirnar av at hava føroysk umboðsfólk við diplomatstatusi í Íslandi, t.v.s. við atgongd og møguleikum at virka og ávirka til frama fyri føroyingar í íslendska høvuðsstaðnum, nú so nógv nýtt skal roynast á fyrsta sinni í felagsmarknaði okkara føroyinga og íslendinga millum, nú Hoyvíkssáttmálin skal standa sína roynd, sum undirskrivaður varð av Jóanesi Eidesgaard, løgmanni og Davidi Oddson, forsætisráðharra.
Vónandi fer Hoyvíkssáttmálin at slóða fyri einum blomstrandi felagsmarknaði báðum londum at frama. Men uttan okkara egnu umboðsfólk við diplomatstatusi í Reykjavík, var kappingin tapt í forhond.
Súru ber tjóðvedismanna byggja onki land.