Nationalpuristiski Málmúrurin í Føroyum fallin – 20 ár eftir at Berlinmúrin fall

Gleðisrómurin var stórur tá Berlinmúrurin fall fyri 20 árum síðani, og flest øll frøddust um frælsið og rættin til fríu debattina. Men sjálvandi vóru tað nøkur, ið mistu sína ávirkan, tí teirra styrki lá í monopolstøðuni, ið ikki loyvdi fríari debatt ella dialogi yvirhøvur.

Men hvat hevur tann føroyski Nationalpuristiski Málmúrurin við Berlinmúrin at gera. Jú, teir hava tað til felags, at teirra eksistensur byggir á eitt slag av diktaturi, ið ikki er í samljóð við fólksins vilja. Teirra nærvera gevur nøkrum fáum eina monopolstøðu, og rættin at diktera hvat er rætt og hvat er skeivt. Jeg alene vide konceptið, í breiðari merking.
Nationalpuristiski Málmúrurin hjá okkum er onki undantak. Hann hevur verið ávegis síðani 1896 og var sostatt - meir ella minni – virkin í 113 ár. Berlinmúrurin hinvegin vardi bert frá 1961 til 1989 og hevði 28 ár á baki, tá hann fall.
Tá múrar soleiðis falla síggjast ofta fylgi-syndromir, og við Málmúrinum er onki undantak. Monopolstøðan og tvørrandi trening í at debattera vísa seg ofta sum emotionelt og lítið uppbyggiligt briksl og pástandir uttan argumentir.

Stutt søguligt afturlit
Í november 1896 samdist sjeymannanevndin í Føringafelagnum, V.U. Hammershaimb sjálvur og Dr. Jakob Jakobsen saman við fimm øðrum máláhugaðum skilamonnum, um eina broyting í stavseting av føroyskum, í mun til ta íslendskt inspireraðu prototypuna frá 1846. Grungevingin var einføld. Eftir 50 ár við hesi stavseting var hon framvegis ov langt frá føroyska málinum til nøktandi at kunna endurgeva tað.
Bóndin gjørdist í øðini, her skuldi onki broytast, og uppskotið datt tískil niðurfyri. Støðutakanin hjá Bóndanum bygdi ikki á móðurmálslig atlit men einans á nationalistisk atlit, og tann Nationalpuristiski Málmúrurin sá fyri fyrstu ferð dagsins lós.
Hetta var ikki tað tann tvørpolitiska / ópolitiska sjeymannanevndin í Føringafelagnum hevði hugsað sær. Teir ynsktu at móðurmálið skuldi endurspeglast í skrivtmálinum og vera fyri allar føroyingar uttan mun til politiska sannføring.
Líka síðani tá hevur menningin av føroyska móðurmálinum verið fyri vanbýti, tí høpisleys útreinsan og íslandifisering hevur trokað og køvt okkara mál. Úrslitið kenna vit, vanligi føroyingurin følir seg fremmandagjørdan fyri sínum egna móðurmáli.

Nationalpuristiski Málmúrurin
Tann meiri hóvligi móðurmálsvongurin hevði sum frá leið ongan kjans móti tí nationalistiskt agiterandi vonginum við Bóndanum á odda, og hetta varð byrjanin til íslandificeringina av føroyska málinum, og tann Nationalpuristiski Málmúrurin var komin fyri at vera. Tann sum muddaði ímóti, bleiv roknaður sum ikki góður føroyingur.
Mitt í seksti árunum kom meiri ferð á etnisku útreinsingina av orðum, sum bert høvdu okkurt skandinaviskt / germanskt íborið. Í teirra stað fingu vit hópin av meir ella minni íslendskum orðum, sum øll vóru søgd at vera so sera “fitt og snøgg”. Mong av hesum orðum hava síðani í ólukku máta fremmandagjørt føroyska málið, tí tann teoretiseraði skylskapurin millum málini er trupul at fáa eyga á í praksis.
Fyri at brúka hugmyndina hjá Hanusi Kamban, so eru Føroyar ein grein av tí Europeiska bulinum til fyri umleið 100 árum síðan, og tað er haðani vit hava fingið okkara upplýsing, klassisku mentan og kynstrið at hava ein siviliseraðan dialog. Uttan tann Nationalpuristiska Málmúrurin høvdu vit framhaldandi natúrligt ligið upp at tí europeiska bulinum, og bókstavarnir c,q,w,x og z høvdu tá eisini natúrliga havt sítt pláss í alfabetinum, eins og teir hava tað í teimum málum vit samanbera okkum við og samskifta við.

Tvørpolitisk / ópolitisk normalisering av føroyska alfabetinum / málinum
Við Sjúrða Skaale, løgtingslimi, á odda, hevur ein breið fjøld av tvørpolitiskum / ópolitiskum føroyingum tikið undir við normaliseringini av føroyska alfabetinum, og ein líka so árvakin samd Málnevnd hevur ásannað tað neyðuga í broytingum í verandi málrøktarleisti. Við sínum pragmatiska hugburði til føroyskt mál hevur formaðurin í málnevndini, Jógva í Lon Jacobsen, víst seg at vera móðurmálinum ein góður slóðari, sum við við síni toleransu helst fer at megan aftur at savna føroyingin um okkara móðurmál. Serliga nú Nationalpuristiski Málmúrurin er fallin, skuldu útlitini verið góð.
Onkur løgtingslimur tosaði hart, tá Sjúrður Skaale, løgtingslimur, legði uppskotið fram um normalisering av føroyska alfabetinum, og nevndi enntá “landasvik”., men hesin løgtingslimur er 113 ár ov seinur á sjóarfallinum, tí tað var júst fyri 113 árum síðan, at tann stórsta ræðugerðin fór fram móti okkara móðurmáli. Ikki bert móti málinum sjálvum men eisini persónliga móti faðirinum til føroyska skrivtmálið V.U. Hammershaimb og hjálparmanni hansara Dr. Jakob Jakobsen . Tað var tá misskilt nationalisma tók ræði á málinum, og tað er átaluvert.

Gevandi tjóðskaparstríð
Tað gevandi tjóðskaparstríðið fyri sjálvberandi búðskapi og virðiligum og realistiskum samskifti við øll heimsins lond, taka allir føroyingar undir við, men hetta skal ikki forvekslast við nationalpuristiskan málpolitikk við eittans endamáli: Succesivt at saga føroysku greinina av tí europeiska bulinum og gera føroyskt til eina íslendska málkoloni. Restin hevði fylgt eftir seinni. Risin og Kellingin gjørdu eina roynd á sinni, men eisini tey vóru steðgaði í tøkum tíma.
Ìslendskt mál er eitt framúr gott og fornt mál hjá íslendingum, men tað sampakkar ikki við okkara meir ella minni europeiskt samantvinnaða móðurmál, har eisini mest øll okkara fakterminologi stavar frá. Málið verður sagt at vera sálarinnar spegil, so tað er ikki hvørs mans føri at broyta, og als ikki um endamálið er ein nationalpuristiskt etnisk útreinsing, tí málið er fyri øll og ópolitiskt.
Við at útskifta ov nógv úr móðurmálinum fer ikon fyrimunurin, tvs. spontant at kunna kenna og reflektera orð og terminologir, og so er talan ikki longur um eitt móðurmál, men um eitt fremmandagjørt substituerað mál í onganmannalandi.
Rikard Long
Rikard Long (1889-1977), mál- og bókmenta-granskari, yrkjari og politikari var á ungum árum heitur talsmaður fyri málreinsan, men kom seinni til ta sannføring, at málreinsan, ið lúkar fremmand orð úr málinum, vil køva tað natúrliga talumálið, og tí vendi hann málreinsanarkósini bakið og gjørdist aktivur móstøðumaður móti málreinsan. Men hann og fleiri við honum fingu sanniliga at føla, hvat tað var ikki at vera samd við ta nationalpuristisku linjuna, tey blivu hildin uttanfyri ella rættari sagt: fryst úti!

Breitt Málráð
Nú tann Nationalpuristiski Málmúrurin í 113 ár endiliga er fallin, er føroyingurin á veg til at fáa sítt móðurmál góðkent og legaliserað.
Eftir er bert at fáa eitt breitt kompetent Málráð, ið megnar at umboða málið sum tað er, soleiðis at málið verður eitt virðiligt og smidligt samskiftisamboð – bæði úti og heima - og ikki minst sum tann mentunarligi dýrgripur, vit øll halda av.
Ongin føroyingur má nakrantíð aftur føla seg fremmandagjørdan á sínum egna móðurmáli – hvørki í skrivt ella talu..
GOTT MÁLSTEV ØLL SOMUL